Sävehof-venjarin hvíldi Elias og aðrar stuðulsleikarar - og tapti

Michael Apelgren heldur, at tríggir dystir uppá fimm dagar er ov nógvur belastningur

Michael Apelgren, venjari hjá Sävehof (Mynd: gp.se)

Michael Apelgren, venjari hjá Sävehof (Mynd: gp.se)

Michael Apelgren, venjari hjá Sävehof valdi til seinasta bólkadystin í EHF European League at hvíla fleiri av stuðulsleikarunum til heimadystin móti Gorenje úr Slovenia.

 

Millum teir sum Michael Apelgren valdi at spara til dystin í kvøld var Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 

Tað mundi eydnast B-ketuni hjá Sävehof at vinna dystin, men Gorenje fór avstað við øllum aftaná ein tepran 28-27 sigur. Sävehof var annars á odda 14-11 í steðginum. 

 

Tá átta minuttir vóru eftir var Sävehof á odda 26-23, men fimm minuttir seinni var Gorenje á odda 27-26. 

 

Michael Apelgren er atfinningarsamur um tøttu dystarskránna hjá Sävehof, sum longu hóskvøldið skal spæla dyst móti Skövde í bestu svensku hondbóltsdeildini, og tveir dagar seinni hevur dyst móti IFK Ystad. 

 

Michael Apelgren heldur, at elitu-ítróttarfólk mugu tola eitt ávíst trýst, men nú ber tað av við tí tøttu dystarskránni.

 

Sävehof er trygt víðari til áttandapartsfinalurnar í EHF European League, og skal sum tveyari spæla móti einum trýara í einum øðrum bólki. 

 

Michael Apelgren, venjari hjá Sävehof (Mynd: gp.se)

Michael Apelgren, venjari hjá Sävehof (Mynd: gp.se)