Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði trý tá hann og liðfelagarnir í Sävehof komu á sigurskós aftur við at vinna 2. fjórðingsfinaluna 28-24 á Lugi á útivølli.
Í fyrstu fjórðingsfinaluni í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini tapti Sävehof rættiliga óvæntað 24-25 fyri Lugi, men nú er skaðin so fyribils bøttur. Spælt verður best av fimm dystum í fjórðingsfinalunum.
Sävehof var á odda 12-9 í steðginum.
Komandi týskvøld skal Sävehof á heimavølli í Partille heinta inn eina 32-26 leiðslu hjá sveisiska liðnum, Kadetten í seinnu áttandapartsfinaluni í EHF European League.
Sunnudagin 10. apríl spælir Sävehof 3. fjórðingsfinaluna móti Lugi á heimavølli í Partille.