Elias Ellefsen á Skipagøtu og aðrir stuðulsleikarar hjá Sävehof sluppu at hvíla seg, tá Sävehof fyrrakvøldið spældi heimadyst móti slovenska, Gorenje í EHF European League.
Í kvøld spældi Sävehof aftur á heimavølli, hesaferð móti Skövde sum teir møttu í meistaraskapsfinaluni farna kappingarár.
Sävehof vann dystin 30-28. Tá fýra minuttir vóru eftir var Sävehof á odda 29-26 við máli Elias skoraði. Tað eydnaðist útliðnum at koma uppá 29-28 áðrenn Sävehof aftur skoraði til endaligu støðuna 30-28.
Í steðginum var Sävehof á odda 16-15. Elias skoraði trý mál í kvøld og fekk tvær útvísingar.
Sävehof fær í ringasta føri eitt annað pláss í grundspælinum. Tað er bara Kristianstad, ið hevur tvey stig færri og hevur leikt ein dyst meira enn Sävehof, ið kann taka fyrsta plássið frá Sävehof. Gerst Sävehof nummar eitt í grundspælinum sleppa teir at møta nummar átta í grundspælinum í fjórðingsfinaluni í endaspælinum.
Leygardagin klokkan 14 spælir Sävehof móti botnliðnum IFK Ystad á útivølli.
STØÐAN:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | +/- | P | +/- | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | IK Sävehof | 23 | 19 | 1 | 3 | 716 - 613 | 39 | 103 | |
2 | IFK Kristianstad | 24 | 17 | 3 | 4 | 684 - 605 | 37 | 79 | |
3 | Ystads IF HF | 24 | 15 | 2 | 7 | 710 - 659 | 32 | 51 | |
4 | IFK Skövde HK | 23 | 15 | 2 | 6 | 677 - 627 | 32 | 50 | |
5 | HK Malmö | 23 | 13 | 2 | 8 | 661 - 624 | 28 | 37 | |
6 | Alingsås HK | 23 | 10 | 5 | 8 | 652 - 632 | 25 | 20 | |
7 | Hammarby IF HF | 23 | 11 | 2 | 10 | 663 - 657 | 24 | 6 | |
8 | Lugi HF | 23 | 8 | 4 | 11 | 629 - 632 | 20 | -3 | |
9 | Eskilstuna Guif IF | 24 | 10 | 0 | 14 | 664 - 717 | 20 | -53 | |
10 | IF Hallby HK | 24 | 7 | 5 | 12 | 623 - 669 | 19 | -46 | |
11 | Önnereds HK | 24 | 6 | 3 | 15 | 672 - 719 | 15 | -47 | |
12 | Redbergslids IK | 24 | 6 | 3 | 15 | 660 - 716 | 15 | -56 | |
13 | HK Aranäs | 24 | 5 | 3 | 16 | 612 - 688 | 13 | -76 | |
14 | IFK Ystad HK | 24 | 3 | 5 | 16 | 625 - 690 | 11 | -65 |