Sætti profilurin er liðugur fyri árið

Miðvallari er fimti leikarin hjá Víkingi, sum er úti fyri árið orsakað av skaða, meðan toppskjúttin er fluttur av landinum

Tað var eitt skert Víkinga lið, sum í gjár spældi á útivølli móti EB/Streymi. Fýra týðandi leikarar sótu uttanfyri við skaða, meðan toppskjúttin hjá Víkingi er farin uttanlands í lestrarørindum.

Og aftur í gjár, noyddist ein leikari av vøllinum við álvarsamum skaða.

 

Tað er miðvallarprofilurin, Súni Olsen, sum var so mikið óheppin, at hann breyt sær hondina, eftir at ein EB/Streyma leikari hevði sparkað hann uppundir hondina.

 

Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, váttar fyri in.fo, at Súni Olsen er úti restina av kappingarárinum.

 

-       Sum eg havi skilt tað, er hondin hjá Súna brotin í tveimum støðum, og hann fær í dag at vita um hann skal undir skurð ella ikki. Men tað er heilt vist, at hann ikki spælir aftur í hesum kappingarárinum.

 

Súni Olsen er fimti leikarin hjá Víkingi, sum er úti fyri árið, orsakað av skaða. Frammanundan er greitt at Bárður Hansen, Hanus Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus og Filip Djordjevic ikki spæla aftur í ár, meðan toppskjúttin á liðnum, Finnur Justinussen, er farin uttanlands í lestrarørindum.

 

Talan er tískil um eitt sera skert Víkinga lið, sum skal spæla seinastu dystirnar í Effo-deildini í ár. Allir seks leikararnir, ið sita uttanfyri teir seinastu dystirnar, hava verið stórir profilar í hesum kappingarárinum.