Sættu ferð Argentina og Niðurlond møtast í einum HM-endaspæli

Í hesi øldini eru fá mál skotin í dystum millum Argentina og Niðurlond

Minniliga 2-1 sigursmálið hjá Dennis Bergkamp í HM-endaspælinum í Fraklandi í 1998, tá Niðurlond vunnu fjórðingsfinaluna móti Argentina í Marseille

Um eitt samdøgur, klokkan 19 í annaðkvøld kunnu vit vænta eitt brak av einum dysti, tá Argentina og Niðurlond hittast í HM-fjórðingsfinalu í Katar.

 

Samlaðu hagtølini tær níggju ferðirnar liðini hava møtst siga fýra sigrar til Niðurlond, tríggir sigrar til Argentina og tveir javnleikir. 

 

Hetta verður fimtu ferð, at Argentina og Niðurlond hittast í einum HM-dysti.

 

Í 1974 møttust liðini í millumspælinum í HM-endaspælinum í Vesturtýsklandi. Niðurlond vunnu ein knúsandi 4-0 sigur, og vunnu seg í HM-finaluna har teir taptu 1-2 fyri Vesturtýsklandi. 

 

Í 1978 møttust liðini í HM-finaluni í Buenos Aires í Argentina. Tá møttu Niðurlond uttan Johann Cruyff, men megnaðu kortini at vinna seg í HM-finaluna. Argentina vann ein hepnan 3-1 sigur aftaná longda leiktíð.

 

Í 1998 møttust liðini í HM-fjórðingsfinaluni í Marseilles í Frankaríki. Tað var tá Dennis Bergkamp skoraði minniliga 2-1 sigursmálið, har hann tamdi ein sera torføran bólt og sendi hann framvið argentinska málverjanum.

 

Í 2006 møttust liðini fyri fyrstu og einastu ferð í einum innleiðandi bólkaspæli. Dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

Í 2014 møttust liðini í HM-hálvfinaluni í Sao Paulo í Brasil. Tá endaði dysturin 0-0 aftaná longda leiktíð. Argentina vann tá brotssparkskappingina 4-2, men í finaluni tapti Argentina fyri Týsklandi.

 

HER eru hagtølini frá dystunum millum Argentina og Niðurlond: 

 

 

 

Dagfesting:Kapping:Úrslit: Málskjúttar
26. Mai 1974VenjingardysturNiðurlond 4-1 ArgentinaNeeskens (br.), Rensenbrink, Strik, Haan;    Ayala
26. juni 1974HM-millumspæl (var til HM-endaspølini í 1974-1982)Niðurlond 4-0 ArgentinaCruyff (2), Krol, Rep
25. juni 1978HM-finalaArgentina 3-1 NiðurlondKempes (2), Bertoni;     Nanninga
22. mai 1979VenjingardysturArgentina 0-0 Niðurlond 
4. juli 1998HM-fjórðingsfinalaNiðurlond 2-1 ArgentinaKluivert, Bergkamp:    Lopez
31. mars 1999VenjingardysturNiðurlond 1-1 ArgentinaDavids;     Batistuta
12. februar 2003VenjingardysturNiðurlond 1-0 ArgentinaVan Bronckhorst
21. juni 2006HM - innleiðandi bólkurNiðurlond 0-0 Argentina 
9. juli 2014HM-hálvfinalaNiðurlond 0-0 Argentina*(Argentina vann brotssparkskappingina 4-2)

 

 

 

 

 

Minniliga 2-1 sigursmálið hjá Dennis Bergkamp í HM-endaspælinum í Fraklandi í 1998, tá Niðurlond vunnu fjórðingsfinaluna móti Argentina í Marseille