- Raskir, men særdir!
Soleiðis skrivar Páll á Reynatúgvu á Sandi í kvøld á sínari facebook-síðu og leggur viðheftu mynd av vinmonnunum - Nilsi og Jákupi - við.
- Í eini roynd at fáa vísaran á sólurinum á Ljósafløtti upp á pláss aftur (ein betong-kubbi sum vigar síni 40 kilo) vóru hesir báðir vinmennirnir so óhepnir, at teir meiddu sær fingrarnar.
Páll sigur, at Jákup (sum er drongurin høgrumegin) fekk skinnara á, og Nils var so óheppin at bróta sær longutong og skera seg rættiliga illa.
- Vit vóna tað besta og gleðast hóast alt um, at skaðin ikki var størri. Lagnunnar speisemi, at pápi Nils og mammubeiggi Jákup, Jógvan Horn, tóku stig til sólurið á Ljósafløtti á Sandi, sigur Páll á Reynatúgvu á sínari facebook-síðu.