Sær út til at bíðilistarnir eru langir

Nú skal landsstýrismaðurin í heilsumálum greiða frá, hvussu langir bíðilistarnir á sjúkrahúsunum, eru

Nú skal Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, greiða frá, hvussu langir bíðilistarnir eru til at sleppa til ymsar viðgerðir á sjúkrahúsunum. Tað er politiska partakvinna hansara, Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, sum nú varpar ljós á bíðilistarnar á sjúkrahúsverkinum.

 

Hon sigur, at tað hevur gingið illa hjá sjúkrahúsunum at skráseta bíðilistar til ymsar kanningar og viðgerðir, hóast tað er eitt hent amboð, tá ið sjúkrahúsið skal raðfesta viðgerðirnar. Endamálið er sjálvsagt, at bíðilistarnir skulu vera so stuttir, sum gjørligt.

 

Eitt tað fremsta vallyftið hjá Sambandsflokkinum upp undir løgtingsvalið var at vit skulu fáa eina viðgerðartrygd, har eingin skuldi bíða longri enn ein mánað eftir at sleppa til lækna og til viðgerð. Men Rósa Samuelsen sigur, at hóast játtanin til sjúkrahúsverkið er hækkað hesi seinastu árini, sær út til at tað enn eru langir bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum.

 

– Tað kann hava stórar avleiðingar fyri tey, sum eru rakt av sjúku og noyðast at bíða sera leingi fyri at sleppa framat hjálp og viðgerð. Eisini fyri vinnu og almannaverk kann tað hava fíggjarligan kostnað, sigur Rósa Samuelsen.

 

Tí vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá, hví bíðilistarnir eru so langir, um tað er manglandi játtan, ella um tað er starvsfólkatrot. Hann skal eisini greiða frá, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri sjúklingarnar at teir ikki sleppa framat viðgerð, og hvørji stig hann ætlar at taka fyri at  stytta um bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum.