Sær svart uppá framtíðina hjá symfoniorkestrinum

Poul Jákup Thomsen saknar ein politiskan vilja til at geva Føroya Symfoniorkestri sømilig kor

Seinnu árini er virksemið hjá Føroya Symfoniorkestrið nógv skert í mun til ta stóra virksemið, sum var um aldarskiftið. Nógv færri konsertir eru á skránni, og tað tekur longri tíð hjá symfoniorksestrinum at koma í venjing til tær fáu konsertirnar, sum eru.

 

Formaðurin í Føroya Symfoniorkestri, Poul Jákup Thomsen eftirlýsir einum politiskum vilja til at geva tí tónlistarliga landsliðnum, sum Poul Jákup Thomsen lýsir symfoniorkestrið mannsømilig kor at virka undir. Óvissan um nakra játtan á fíggjarlógini, ella ein skerd játtan til symfoniorkestrið ger tað ikki lætt hjá Føroya Symfoniorkestri at hóra undan. Í skrivandi stund sær Poul Jákup Thomsen ikki ljóst uppá framtíðina hjá symfoniorkestrinum.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Poul Jákup Thomsen segði í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 17. 

Les annars meiri í Sosialinum í dag.