Í morgun hevur regnað og tað hevur verið væl av vindi.
Og satt at siga sær tað ikki for gott út seinni upp á dagin, sum veðurvánirnar annars hava vilja verið við.
Veðurvánirnar siga upp í hvassan vind, og tað fer sambært teimum at regna í allan dag.
Tað er ikki gott fyri hvørki ovastevnu ella Sjómannadagin, og einasta troyst er, at tað er møguligt at verða innandura - ella innantjalda - bæði í Nólsoy og í Klaksvík.
Tað er góður tími, til ovastevnan verður sett, og tey, sum ætla sær til setanina, mugu brynja seg við góðum regnklæðum.
Vónandi fer hann at blíðka veðrið út á dagin, men enn sær ógvuliga keðiligt út.