Irak
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
-Eg haldi, at Saddam Hussein var greiður yvir, at vit fóru at vinna kríggið, og at hann longu tá fyrireikaði seg til at skipa fyri mótstøðu ímóti okkum aftan á kríggið, sigur amerikanski generalurin Charles H. Swannack í samrøðu við Washington Post.
Generalurin stendur á odda fyri amerikonsku herdeildunum í tí sonevnda Sunni-trýhyrninginum á Bagdad-leiðini. Hann ivast ikki í, at Saddam Hussein og generalar hansara fjaldu ein hóp av vápnum undan og undir krígnum fyri at fyrireika seg til tíðina aftan á sjálvt kríggið.
- Tað er tí vit finna so nógvar vápnagoymslur víða um landið. Teir fyrireikaðu ein uppreistur, sigur Swannack.
Ein annar amerikanskur heryvirmaður, obersturin Oscar Mirabile, hevur somu áskoðan sum generalurin. Hann heldur, at Saddam Hussein visti, hvat hann gjørdi, tá hann slepti øllum brotsmonnum leysum úr fongslunum beint fyri kríggið. Endamálið var at elva til ræðslu og ruðuleika og at fyrireika tað, sum vit nú síggja, sigur Oscar Mirabile.
Aðrir amerikanskir heryvirmenn eru ikki so vísir í, at tað er Saddam Hussein, sum stendur aftan fyri álopini, men teir viðganga, at álopini eru betur skipað nú enn ta fyrstu tíðina eftir kríggið.









