Tað sigur fyrrverandi leiðarin hjá ST-vápnaeftirlitsmonnunum í Irak, sviin Hans Blix.
Í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN sigur Hans Blix, at amerikanarar og bretar áttu at havt funnið hópoyðingarvápnini í Irak, um nøkur eru at finna, tí hermenninir hava nú leitað í fleiri mánaðir, men einki funnið.
-Eg eri farin at halda, at irakska leiðslan segði satt, tá hon vildi vera við, at hon hevði beint fyri øllum teimum lívfrøðiligu og evnafrøðiligu vápnunum, sum Irak hevði á sumri í 1991, sigur Hans Blix.
Í desember í fjør fekk ST eina 12.000 síður stóra frágreiðing frá iraksku myndugleikunum um landsins vápnagoymslur og -ætlanir. Eftir teimum hevði landið langt síðanmi beint fyri øllum sínum hópoyðingarvápnum, men USA, Bretland og nøkur onnur lond vildu ikki góðkenna frágreiðingina. Tey hildu uppá, at Irak breyt ST-samtyktirnar og gjørdu av at leypa á landið.










