Saddam hevði njósnarar í Svøríki

Minst seks svenskir ríkisborgarar av irakskum uppruna hava í fleiri ár njósnast í Svøríki fyri Saddam Hussein. Fleiri túsund fólk vórðu kannað og skrásett

Upplýsingarnar eru úr skjølum hjá iraksku fregnartænastuni, og sum eru komin undan kavi í Bagdad í seinastuni.
Sambært svenska útvarpinum, sum hevur sæð skjølini, høvdu irakar minst seks njósnarar í Svøríki. Uppgáva teirra var at halda eygað við fleiri túsund svenskum ríkisborgarum av assýriskum uppruna. Hildið verður, at hesi eru umleið 60.000 í tali. Assýrarnir vóru upprunafólkið í gamla Mesopotamia, sum er ein stórur partur av tí núverandi Irak. Saddam Hussein viðurkendi ongantíð assýrararnar sum eitt serstakt fólk, og helt teir nógvu assýrararnar í Svøríki vera eina hóttan.
Í skjølunum hjá iraksku fregnartænastuni sæst, at njósnararnir hjá Saddam Hussein vóru sera nágreiniligir, tá teir skrásettu upplýsingar um assýrararnar í Svøríki. Har sæst, hvar fólk arbeiða, hvat tey gera í frítíðini, hvørja politiska áskoðan tey hava, hvørjum klæðum tey ganga í, og hvussu tey annars eru í gerandisdegnum.
Tað sæst eisini, at irakska fregnartænastan hevði fólk á røttu støðunum. Eitt nú hevur ein teirra arbeitt á skrivstovuni, sum tekur sær av útlendskum ríkisborgarum, sum flyta til Svøríkis. Á tann hátt sá hann skjøl um allar irakar, sum leitaðu sær friðskjól har.