Vit hava fingið eina avtalu við kenda rock/elektronik bólkin Sacrum, boðar Club 700 Undirhald/Event samskipan frá. Sigast skal um Sacrum, at teir koma frá Buenos Aires, og koma til Føroya tann 23. oktober í samband við eina Evropaferð.
Teir hava hitað upp fyri bólkar sum Dream Theater, og teir hava útgivið einar 4 fløgur. Og teir hava ferðast so gott sum um allan heimin.
Her er talan um ein kendan bólk við tónleikarunum sum vilja nakað, siga fyrireikararnir.
Men tó leita vit eftir hølum, sum vit halda hóska best til Sacrum, og tá ið tað er komið í lag, verður meira kunngjørt, siga fyrireikararnir.










