Tað gjørdist til eitt tiðja pláss hjá Janusi Wiberg Mortensen í danska Melodi Grand Prix í kvøld.
Og tað er næstbesta úrslit nakrantíð hjá einum føroyingi í donsku Melodi Grand Prix kappingini síðani Harkaliðið var við fyri fyrstu ferð í 1978, tá tey gjørdust nummar 4.
Í fjør vann føroyski Rani Petersen, alias Reiley, donsku kappingina og umboðaði Danmark í Eurovision Songcontest í Liverpool.
Tað verður so Saba Lykke Oehlenschæger, sum hevur listafólkanavnið SABA. Hon er sambært DR ættleidd úr Etiopia. Hon vann finaluna í kappingini hjá DR í kvøld ímóti føroyska Janusi Wiberg Mortensen og Basim, sum vann kappingina fyri 10 árum síðani, og sum varð kendur sum ungdómsstjørna úr X-Factor kappingini hjá DR.
##med2##












