Sáar iva um uppskotini um samkynd hjúnaband

Jógvan á Lakjuni vil hava løgmann at tryggja, at samkynd hjún ikki sleppa í kirkju at vælsignast

Kann løgmaður tryggja, at samkynd hjún, sum eru gift borgarliga í Føroyum, ikki kunu krevja at sleppa át kirkju at verða vælsignað.

 

Tað vil Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú hava at vita frá Aksel V. Johannesen, løgmanni.

 

Hann vísir á, at eftir galdandi hjúnabandslóg, kunnu hjún, sum eru gift borgarliga, fáa hjúnabandið vælsignað í kirkjuni av einum presti.

 

- Sostatt hava hjún, sum eru borgarliga vígd, krav upp á vælsignilsi í kirkjuni.

 

Og Jógvan á Lakjuni vísir á, at verður hjúnabandslógin broytt til eisini at umfata hjún av sama kyni, fara eisini borgarliga gift pør av sama kyni at hava krav upp á vælsignilsi frá kirkjuni.

 

- Fyri at hetta ikki skal bera til, er uppskot eisini lagt fyri Løgtingið um at broyta kirkjulógina soleiðis, at Kirkjulig tænasta, ið snýr seg um vígslu ella signing kirkjunnar av hjúnabandi, bara skal fevna um par av hvør sínum kyni.

 

Verður alt hetta samtykt, sær út til, at vit fáa tvær lógir, sum eru í mótstríð við hvørja aðra, og at Løgtingið tilvitað samtykkir tvær lógir, sum eru í stríð við hvørja aðra, staðfestir løgtingsmaðurin.

 

Tí vil hann hava løgmann at greiða frá um hahn heldur, at tað er góður lóggávusiður, at Løgtingið samtykkir eina lóg, sum er í ósamsvari við eina aðra lóg.

 

Og somuleiðis spyr hann løgmann, um hann kann veita trygd fyri, at eitt borgarliga vígt par av sama kyni, ikki við hjúnabandslógini í hondini, hevur rættarkrav upp á kirkjuligt vælsignilsi, hóast broytingin í kirkjulógini verður samtykt.