Saadi Gaddafi, sum er sonur fyrrverandi libyska einaræðisharran Muammar Gaddafi, sigur, at libyar, sum eru misnøgdir við ta nýggju leiðsluna í landinum, fyrireika seg til at gera uppreistur. Saadi Gaddafi er í Niger, men hann sigur, at hann ætlar sar heimaftur.
-Eg eri til reiðar at fara aftur til Libya, sigur Saadi í teefonsamrøðu við arabiska sjónvarpið Al-Arabiya. Hann sigur, at 70 prosent av libyska fólkinum eru misnøgd við støðuna í landinum, og hann vil vera við, at tað eru brotsmenn, sum nú stýra Libya.
Myndugleikarnir í Libya hava biðið Niger útflýggja Saadi Gaddafi, men migerska stjórnin sigur, at Saadi Gaddafi hevur fingið politiskt friðskjól har og verður tí ikki útflýggjaður.