Saab mótmælisgonga

Undir rakstrarrópunum Save Saab var ein mótmælisgonga í USA seinasta sunnudag framman fyri høvuðssætið hjá General Motors í Detroit. Formliga avgreiðslan av svensku bilverksmiðjuni Saab er byrjað. General Motors, sum eigur Saab, hevur tikið støðu til at ein bústjóri skal tilnevnast.

Hóast General Motors hevur fingið fleiri tilboð upp á Saab, hevur leiðslan boðað frá, at tann yvir 60 ára gamla bilverksmiðjan verður stongd, um teir ikki fáa eitt nøktandi boð. So seint sum mikudagin segði GM stjórin Ed Whitacre, at hann ikki var vísur í, at nøkur avtala fór at koma í lag.

Tað er ikki bara í USA at mótmæli eru. Leygardagin 16.og sunnudagin 17. januar fer eitt fylgi av Saab bilum frá Danmark til verksmiðjuna í Trollhättan í Svøríki undir herrópunum ?GM - Yes you can - Save Saab? við tí endamáli at mótmæla ætlanunum hjá General Motors at niðurleggja Saab sum bilmerki. Eftir ætlan steðgar bilafylgið við amerikansku ambassaduna á Østerbro í Keypmannahavn, á veg til Svøríkis, fyri at vísa sína misnøgd við General Motors-konsernina, sum lutvíst er amerikansk statsogn.