Magnus Gunnarsson
Sum í einum flúgvara
Við at seta seg við rættið á einum Saab 9-5 merkist, at bilurin er gjørdur á eini verksmiðju, sum hevur við flogfør at gera.
Instrumentbrettið minnir um eitt cockpit og kann ikki vera stórt betur innrættað. Saab 9-5 hevur eitt nýtt upphang aftan, ið gevur góða javnvág og ger bilin sera stúttan og tryggan í svingum.
Trygd sum vørumerki
Trygd hevur verið eitt av vørumerkjunum hjá Saab. Bæði tá um aktivu og passivu trygdini viðvíkur livir Saab 9-5 upp til tað, hann ber orð fyri: sum ein av teimum mest tryggu bilunum yvirhøvur.
Á listanum yvir útgerð er m. a. dupult airbag, síðuairbag til høvur og kropp, ABS bremsur og tær aktivu Saab Active Head Restraint (SAHR) nakkapúturnar framman, ið eru ein uppfinning hjá Saab.
Bilurin hevur innbygdar tokulyktir og einar forlyktir, ið geva sera gótt ljós, informatiónsdisplay, fartpilot, night panel, sentrallás við fjarstýring, el-síðurútar, el-spegl við hita og hita í setrunum.
ACC klimaanlegg
og Ecopower motor
Við ACC klimaanlegginum ber til at hava sama hita inni í bilinum alt árið, um man vil tað. Hetta er eitt sera framkomið klimaanlegg, har bilføraranum ikki nýtist at hava sama hita sum hini í bilinum.
Saab Ecopower motorurin er eitt konsept, ið gevur góða kraft, samstundis sum hann er umhvørvisvinarligur og orkusparandi. Skipanin regulerar allar týðandi funktiónir, so motorurin altíð arbeiðir so reint og orkusparandi sum møguligt. Bilurin, Sosialurin royndarkoyrdi, hevur ein 2.0t Ecopower motor við 150 hk.
Teimum, sum koyra við Saab, dáma væl tann haldgóða svenska kvalitetin og tær øðrvísi og vælumhugsaðu loysnirnar, sum Saab bilarnir hava. Teir hava allar sínar persónligu eginleikar í varðveitslu, hóast General Motors hevur keypt verksmiðjuna.
Saab
9-5 S.E. Sedan
Motorurin 4 syl. 2.0t Ecopower 16V 150 hk
0-100km/t 9,8 sek / 5 gear
Bensinnýtsla 10,7 km/l
Dekkstødd 205/65-15
Stødd og vekt
Longd 480,5 cm
Breidd 179,2 cm
Hædd 144,9 cm
Eginvekt 1500 kg
Totalvekt 2050 kg
Viðførisrúm 450 litrar
Prísur 343.300 kr (Saab 9.5 fæst úr 289.800)
Søluumboð
John P. Vilhelm Sp/f
Yviri við Strond 4
FO-110 Tórshavn
Telefon 315054