Saab aftur í gongd

Júst sum svenska bilverksmðjan Saab skuldi lata aftur og fara á húsagang, komu tvær kinesiskar bilverksmiðjur við næstan tveimum milliardum krónum og bjargaðu harvið fyritøkuni.

Eftir einum sáttmála millum Saab og kinesisku fyritøkurnar Panga Da og Youngman keypa tær kinesisku fyritøkurnar part av Saab. Avtalan er tó treytað av, at stjórnirnar í Stockholm og Beijing góðkenna hana. Næsta stigið hjá Saab er at selja russiska ríkmanninum Vladimir Antonov verksmiðjubygningarnar í Trollhättan. Tað hevði givið svensku fyritøkuni góðar 200 milliónir krónur afturat.

Saab hevur ikki gjørt nakrar bilar teir seinastu tríggjar mánaðirnar, tí fyritøkan hevur ikki havt ráð til at rinda starvsfólkinum løn, og undirveitarar hava sýtt fyri at lata verksmiðjuni lutir til bilarnar.