Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísti eisini sendingina, men føroyingar eru nú um dagarnar so vanir við at síggja boppur í sjónvarpinum, at tað rínir ikki við, at vit skulu síggja boppur gjøgnum eina rímuliga gjøgnumskygda blusu.
Men tað sum undrar meira er, hví í Guds garði Kringvarpið setir eina slíka perudanska sending á skrá í bestu senditíð, sum føroyingar als ikki kunnu taka lut í.
Men her kemur bati, tí sambært public service sáttmálanum, so skal Kringvarpið framleiða undirhald eisini, so kanska V4 fær eina renesansu í sjónvarpshøpi...