Ása og Anna Maria toppskjúttar

(Sarajevo): Tá teljast skuldi upp eftir kappingina, vóru tvær av føroysku spælarunum javnar á innan h!sis máltindinum. Anna Maria Samuelsen kom við sjey málum í finaluni ájavnt við Ásu Dam á Neystabø, sum annars var lopin undan hinum eftir risa-sigurin móti Albania. Tær báðar fingu soleiðis 30 mál í hvør, og tað var tað mesta, sum nakar á føroyska liðnum fekk. Toppkskjútti í kappingini gjørdist Sabina Pehic hjá Bosnia. Hon skeyt 51 mál.