Ása Jacobsen 80 ár

Fríggjadagin 4. mai verður Ása Jacobsen í Norðragøtu 80 ár. Ása er ættað úr Fuglafirði. Mamma hennara var Anna Katrina, f. Haraldsen, ættað úr Elduvík. Hon var systir Jacob Haraldsen, sum var ein kendur keypmaður og reiðari í síni tíð í Fuglafirði. Pápin var Hendrik Olsen, sum var ættaður úr Tøðuni við Gøtugjógv. Hann er mest kendur í samband við Fame. Hann var skipari og eigari, og hann rak skipið í samstarvi við svágin Jacob.

 

Systkini hjá Ásu eru Finnur, Ólavur, Anna og Fía, sum doyði fyri nøkrum árum síðani.

Sum ung kom Ása at hava eina vanliga lívsleið hjá gentum tá í tíðini. Fyrsta arbeiðið var at fara í húspláss hjá mammubeiggjanum Christian Haraldsen í Havn. Aftaná fór hon at arbeiða á skrivstovu hjá Landsbyggifelagnum í Havn. Sum aðrar gentur vildi hon eisini fara út um landoddarnar. Hon fór saman við systkinabarninum Astu, seinni gift við Dánjal Magnussen, niður at ganga á vevskúla. Hetta var eisini nakað fyri Ásu, tí handalagið er gott. Tær búðu tá hjá Edvard, sum var mammubeiggi Ásu og pápabeiggi Astu.

 

Mitt í 50-árinum hittir Ása Frans Jacobsen úr Norðragøtu. Tað var so romantiskt, at Ása var saman við systir síni farin til Gøtu á kyndilsmessu at hyggja eftir einum sjónleiki, har Frans spældi við. Tað rennir saman teirra millum, og tey giftast í 1957. Frans er sonur Onnu Louisu og Jóhan Dávid úti á Fløtum, sum tað kallaðist. Frans var tey fyrstu árini sjómaður og fiskimaður. Síðan var hann nógv ár sjómansskúlalærari í Havn, og seinastu arbeiðsárini var hann stjóri á sjómansskúlanum í Klaksvík. Tá fluttu tey bæði aftur í hugnaliga barnaheimið hjá Frans í Norðragøtu, og har býr Ása enn. Frans doyði fyri nøkrum árum síðan. Sum ofta er við hjúnum vóru tey mótsetningar, og sigast kann, at Ása var tann meira jarðbundna av teimum báðum. Men væl riggaði.

 

Meðan tey búðu í Havn, arbeiddi Ása í mong ár á hvíldarheiminum Naina.

Okkara vegir hava krossast eitt sindur. Vit búðu í sama húsi eitt skifti, eitt sindur er av skyldskapi, so verður farið til Gøtu, er tað fast at fara inn á gólvið hjá Ásu, har eg havi fingið nógvar góðar drekkamunnar. Hon er eitt sera positivt og gevandi menniskja, sum hevur stóra umsorgan fyri sínum. Tað er eisini eitt merkisvert gott samanhald í familjuni, og soleiðis eri eg komin at kenna øll systkini og kenni tey øll sum skilafólk. Hetta er eisini galdandi fyri Ásu. Hon veit nógv og fylgir væl við í tí, sum gongur fyri seg. Frans var við í Gøtu Fornminnisfelag og Blásastovu, og har hevur Ása eisini verið virkin. Eisini er Ása sera fitt í hondunum og er sera kreativ.

 

Tey bæði fingu tvey børn: Hendrik er giftur við Tony, og tey búgva í Gøtu. Anna Louisa er gift við Fróða, og tey búgva í Havn. Hendrik eigur tríggjar synir og Anna Louisa eigur fýra døtur, og hava ommubørnini ríkað lívið hjá Ásu, og tey vitja eisini javnan ommuna. Eisini er Ása blivin langomma. Lítla Jóhanna er sjálvsagt eisini eygnasteinur hjá langommuni.

Ása er burturstødd føðingardagin.

Góða Ása. Hjartaliga tillukku við tí stóra degnum, sum tú ber so sera væl.

ó.