Ása er triðelst av teimum níggju Josephsen systkjunum – børnini hjá Hans úr Miðvági og Mallu av Húsum. Systrarnar eru fimm, Josephina, sum er í Danmark, Hasla í Aberdeen, Gunnvør í Varberg og Malan í Gundadali í Havn. Brøðurnir Páll, Sjúrður, Karl og Álvur búgva allir í Klaksvík. Familjan er stór og familjukær.
Barnaárini var Ása nógv í Miðvági og á Húsum. Seinni bygdi Hans sær hús og snikkaraverkstað á Ziskatrøð. Hetta var eitt lívligt og nógv vitjað heim. Ása giftist Henry Heinesen, heiman av Sandi. Hjúnini bygdu sær hús úti á Bø á Sandi og búðu har, til tey fluttu til Klaksvíkar í 1969.
Ása kom í arbeiði í Isenkram hjá Kjølbro og seinni í Klædnabúðini á Biskopstøð. Handilsarbeiði hevur henni dámt sera væl. Seinni arbeiddi hon í bakarínum hjá mostur síni Olgu og Haldor Holm. Eftir at Olga og Haldor góvust við bakarínum, fór Ása at starvast hjá Verner Thomassen, bakara. Hon hevur eisini starvast í handlinum Heilsu í Klaksvík og í Gávubúðini hjá vinkonuni Onnu Nielsen, til hon gavst har í fjør.
Ása hevur í mong ár verið virkin í KFUM&K og Sjómanskvinnuringinum, har hon eisini er formaður.
Ása hevur serligar gávur at baka, og er tað dagliga, at vinfólk heita á hana, tá ið tær leskiligu køkurnar skulu á borðið.
Ása og Henry fingu børnini Rúna, Maluna, Jógvan og Hans Jacob.
Føðingardagurin verður hildin í heiminum mánakvøldið.