Hon er ikki nakar ársungi innan hotelvirksemi, men sum so mangur annar, ið endaði á ovastu rók, byrjaði hon í 1985 á gólvinum sum tænari. Eftir at hava verið stjóri á Hotel Hafnia í nøkur ár, gjørdist hon hin 1. september í 2010 hotelleiðari á Hotel Tórshavn, sum eisini fevnir um Hvonn og útikafeina í Vágsbotni.
Navnið er Ása Johnsdóttir. Hon er blíð og fyrikomandi, sum ein hotelleiðari eigur at vera. Ása er andlitið hjá Hotel Tórshavn úteftir, og hon skal syrgja fyri, at alt tað dagliga gongur, sum tað skal. Hennara uppgávur eru soleiðis eisini fyrisitingarligar.
- Alt okkara virksemi er til fyri viðskiftafólkini. Mín uppgáva er at syrgja fyri, at allir okkara gestir hvar í húsinum tey enn eru fáa eina góða tænastu og kenna seg væl og vælkomnar, sigur hon.
Hóast arbeiðsdagurin hjá einum hotelleiðara mangan er langur, byrjar næstan hvør dagur hjá Ásu Johnsdóttir í svimjihøllini í Havn.
- Sum oftast fari eg at svimja, tá børnini eru farin í skúla, og síðan fari eg til arbeiðis. Hetta ger meg nógv betri upplagda til tær uppgávur, sum arbeiðsdagurin hevur at bjóða. Í svimjihøllini eru nógvir nýggir tankar hugsaðir og eisini realiseraðir, sum hon tekur til.
Ása Johnsdóttir vísir á, at tann, sum heldur, at arbeiðsdagurin sum hotelleiðari er millum 8 og 16, eigur ikki at fara í hesa bransjuna.
- Í slíkum virksemi, sum er hotel, matstova og kafé, er oftast mest at gera, tá onnur hava frí, og tí noyðist ein hotelleiðari eisini at vera tøkur uttan fyri vanliga arbeiðstíð og mangan eisini í vikuskiftunum, leggur hon aftrat.
Hotel Tórshavn er eitt trý stjørnað hotell, men Ása Johnsdóttir leggur dent á, at hetta eru tríggjar góðar stjørnur.
- Vit hava eitt nútímans hotell á altjóða støði við 43 kømrum, harav 30 dupultum kømrum. Restin er einkultkømur. Vit hava eisini tríggjar stórar suitur. Vit hava eisini tvey fundarhøli, Sigmundarstovu og Tórastovu, ið kunnu takast saman í eitt stórt høli, sum tá rúmar umleið 80 fólkum. Hølini kunnu leigast til eitt nú fundarvirksemi, veitslur og onnur tiltøk.
Ása byrjaði á Hotel Hafnia sum tænari í 1985. Seinni kom hon at arbeiða í móttøkuni og hin 1. januar í 2005 gjørdist hon stjóri á Hotel Hafnia. Seinast í 2009 gavst hon í starvinum á Hotel Hafnia, og hin 1. september í 2010 byrjaði Ása sum hotelleiðari á Hotel Tórshavn.
- Mær dámar sera væl á Hotel Tórshavn, her eg arbeiði saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum, ið arbeiða ymiskar tíðir, sigur hotelleiðarin og leggur aftrat, at nú summarið stundar til, gongur eisini rætta vegin við hotel-og matstovuvirkseminum.
- Sjálvandi hava vit merkt búskaparligu afturgongdina, sum hevur verið, men nú sær hampiliga gott út aftur, bæði við gistingum og vitjandi annars, sigur Ása Johnsdóttir, hotelleiðari á Hotel Tórshavn.









