Bygdarráðið í Porkeri hevur skipað seg. Nýggjur borgarstjóri er Ása Holm. Hon tekur við eftir Mikkjal Sørensen, sum ikki bjóðaði seg fram aftur á valinum 10. november. Hann hevur verið formaður í 12 ár.
Hetta er onnur ferðin, at tað er kvinnuligur borgarstjóri í Porkeri. Tann fyrsta var Anna Larsen, sum var borgarstjóri 1997 - 2000.
Ása Holm var einsamøll vald á lista B, meðan listi A vann fýra limir. Listi A vann 151 atkvøður, og listi B vann 74 atkvøður. Ása Holm fekk 33 persónligar atkvøður. Flestar persónligar atkvøður á lista A fekk Andreas Berg, sum fekk 40 persónligar atkvøður. Hann er varaborgarstjóri í bygdarráðnum í Porkeri.









