Ása brotið hondina

Ein av lyklaleikarunum á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum fekk um vikuskiftið ein rættiliga álvarsligan skaða.

Talan er um Ásu Dam á Neystabø, sum var so óheppin at bróta sær hondina, og tí verður hon ikki at síggja á neistaliðnum komandi vikurnar. Sum skilst úr Neistanum, so má Ása helst binda frið í seks vikur við brotnu hondini.