Ása breyt hondina

Fýra vikur í gipsi. Tað er støðan, sum Ása á Neystabø má finna seg í, eftir at hon breyt hondina í dystinum móti Stjørnuni

Hondbóltur

Tað var dyggur smeitur hjá Neistanum, tá Ása á Neystabø tíðliga í seinna hálvleiki mátti gevast í dystinum móti Stjørnuni.
Fram til hetta hevði Ása verið ein av bestu spælarunum á vøllinum. Og hóast onnur viðurskifti eisini gjørdu seg galdandi, so var hetta helst ein av orsøkunum til, at Neistin ikki megnaði at halda fast móti Stjørnuni.
Og sunnukvøldið var so greitt, at tað ikki bara var hendan eina dystin, at Neistin mátti vera Ásu fyriuttan. Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at talan er um brot í arminum, og næstu fýra vikurnar verður hesin so í gipsi.
Tað er tó enn møguleiki fyri, at Ása verður at síggja á vøllinum aftur í ár. Soleiðis, sum kappingin hevur lagað seg, so bendir nógv á eina hálvfinalu í FM-stríðnum millum Neistan og VB. Og tá er væl hugsandi, at Ása aftur verður partur av hópinum. Hinvegin er væl hugsandi, at Neistin spælir seg í steypafinaluna móti antin VB ella Stjørnuni, men tann dystin mugu tær so klára seg uttan Ásu.