Í dag byrjar Heystfagnaðurin, tá Sjósavnið, Náttúrugripasavnið, Jarðfeingi og Listasavnið bjóða á kanningarferð í føroysku náttúrini, sjónum og listini
Heystfagnaðurin í ár verður hildin í heystfrítíðini í døgunum 13. til 17. oktober frá klokkan 11 til 16.
Á Listasavninum fara tey vitjandi á myndaveiðu, har tey skulu finna ymsar myndir og kanna tær nærri. Eisini sleppa børnini sjálvi at royna seg sum listafólk.
Á Náttúrugripasavninum og Jarðfeingi fara børnini á skattajakt millum ísbjørn, gorfugl og gimsteinar. Tú kanst eisini taka tíni egnu kykt, steinar og plantur úr føroysku náttúruni við tær og fáa okkurt meir at vita um tey.
Á sjósavninum sleppa gestirnir at síggja teir serligu smáblettutu reyhávarnir, sum løgdu egg í vár umframt allar fiskarnar. Hvønn dag klokkan 13 fara tey á Sjósavninum at skera ein fisk upp, so tú sleppur at síggja, hvat er innan í.
Tey, sum vitja øll søvnini kunnu luttaka í eini kapping, har høvuðsvinningurin er ein tyrluferð fyri tvey vaksin og tvey børn. Nógvir smærri eykavinningar eru eisini.
Frá mánadegnum 27. oktober til fríggjadagin 31. oktober bjóða øll søvnini øllum skúlum á Heystfagnað.