SÍ var trýst

Mjølnir beit væl frá sær í Sørvági, men tað eydnaðist kortini oddaliðnum at vinna níggjunda sigurin á rað

Flogbóltur

 

Tað var um reppið, at Mjølnir vann óvæntað stig við sær úr Sørvági um vikuskiftið.

SÍ hevur verið at kalla einaráðandi í ár, men hesa ferð var tað bara so akkurát, at sigurin kom til høldar. Men tað eydnaðist so heimaliðnum at halda fast í góðu gongdini, soleiðis at tær framvegis hava seks stig niður til næsta liðið á talvuni. Hinvegin var hetta ikki fyrsta ferðin, at sørvágskvinnurnar hava verið trýstar í ár, og tí ber framveigs væl til, at kappingin verður heilt spennandi.

Í hinum báðum dystunum taptu bæði botnliðini, KÍF og TB. Í báðum førum varð talan um tryggan 3-0 sigur til ávíkavist Fleyr og ÍF, sum bæði royna at kvetta nakað av muninum upp til SÍ.