SÍ-Fleyr 3-1 (25-19, 25-21, 22-25, 30-28)
Kvinnurnar hjá SÍ eru fyri fyrstu ferð steypavinnarar í flogbólti.
Í dag var eingin sum helst ivi tey bæði fyrstu settini, men tá Fleyr fekk skil upp á nervarnar, kom veruligur spenningur í.
Ikki minst var spenningurin stórur í fjórða settinum. Rotatiónsfeilir og træta millum SÍ-beinkin og dómaraborðið trýstu spenningin heilt upp í topp, og spenningurin varð ikki minni, so hvørt sum settið leið.
SÍ hevði matchbólt við 24-23, men Fleyr átti teir tríggjar næstu settbóltarnar.
SÍ stóð tó ímóti, og tá seinatsa smashið hjá Fleyr so fór út av vøllinum, var fagnaðurin ovurstórur hjá SÍ.









