SÍ vann í Klaksvík

Talan gjørdist um sera tætta uppgerð, tá sørvingar vitjaðu í Klaksvík í meistaradeildini hjá monnum. Mett eftir dystunu higartil í kappingini, so var SÍ kanska favorittur. Men í gjárkvøldi var tó um reppið, at Mjølnir streyk avstað við stigunum. Bæði í fyrsta og næsta settinum vóru tað bara tveir bóltar á muni, og tá Mjølnir so tók triðja settið, varð spenningurin heilt stórur.
Tað eydnaðist tó SÍ at køva hendan, tá teir í fjórða settinum fingu skapt eitt hol niður, og við 25-21 í hesum settinum vissaðu teir sær enn tvey sti, soleiðis at teir nú eru einsamallir á øðrum plássinum á stigatalvuni.