SÍ vann fyrstu finaluna

Tað gjørdist SÍ, menn, sum vunnu fyrstu finaluna í Høllini á Hálsi í dag. Dysturin endaði 3 – 1 SÍ, eftir at Fleyr var komið best frá byrjan, tá teir vunnu fyrsta settið 25 – 18.

 

Men so støðgaði upp hjá Fleyr og SÍ tók yvir við góðum spælið. Sørvingar vunnu tey næstu 3 settini við settmuninum 25 – 14, 25 – 22  og 25 – 19.

 

Kravið til Fleyr er nú at teir vinna dystin leygardagin, um steypið ikki skal fara vestureftir. Men við spælinum sum SÍ vísti í teimum trimum seinastu settunum, so teknar alt fyri at FM heitið fer til Sørvágs.

 

Seinnu finalurnar verða leiktar soleiðis

 

Leygardagur 26. mars:

13.30

Menn

Fleyr

15.30

Kvinnur

Dráttur

Fleyr