SÍ vann fyrru finaluna

SÍ var greitt omaná og vann uppibornan sigur ímóti Fleyr í fyrru FM-finaluni.

Fyrra FM-finalan hjá monnum var í høllini á Hálsi í dag, har Fleyr, sum hevur verið tað eina greiða finaluliðið í eina tíð, tók ímóti SÍ, sum tryggjaði sær finalupláss við avgerandi sigri ímóti ÍF fyri einans fáum døgum síðani.

 

Fleyr kom nógv betur frá byrjan og var á odda at kalla alt fyrsta sett, men júst í røttu løtuni, við støðuna 20-19, kom SÍ á fyrsta sinni á odda, og hendan hvøkkin kom Fleyr seg ikki yvir fyribils, soleiðis at SÍ tók hetta fyrsta settið eftir úrslitið 25-22.


Í øðrum setti var SÍ omaná, og hóast Fleyr royndi at hála seg inn aftur, so høvdu teir ógvuliga ilt við at fáa samband aftur. Fleyr-venjarin, Kristian Mikkelsen, eftirlýsti spæligleði. Illa gekst havnaliðnum, og við sannførandi 25-17 løgdu sørvingar seg á odda 2-0 í settum.


Í triðja setti var gongdin jøvn, men tað var SÍ, sum vann sær ein týðandi mun ímóti endanum av settinum. 22-18 var SÍ á odda, og hóast Fleyr aftur fekk minkað um munin, so avgjørdi SÍ dystin til sín fyrimun, og við 25-22 vunnu teir ein sannførandi 3-0-sigur í hesi fyrstu FM-finaluni.


Sigurin hjá SÍ var ruddiliga uppiborin. Burtursæð frá byrjanina av fyrsta setti, so vóru teir á odda so at siga allaítðina. Seinna FM-finalan verður í ovurmorgin kl. 15.30. Vinnur Fleyr hendan dystin, skal gylta settið spælast. Hetta settið er upp í 15 og avger FM.

 

Fleyr - SÍ 0-3 (22-25, 17-25, 22-25)