SÍ vann eisini U14 finaluna

SÍ hevur fyri løtu síðani vunnið U14 gentufinaluna í flogbólti

Eftir eitt sera spennandi 2. sett megnaði SÍ G 14 at vinna steypafinaluna á TB. Setti endaði 26-24 eftir at TB hevði verið frammanfyri til tað seinasta, men megnaði bara ikki at vinna seinasta bóltin. Fyrra settið var ein greiður sigur til SÍ upp á 25-10.

 

SÍ hevur sostatt framvegis vunnið allar finalurnar hjá ungdómsliðunum í flogbólti um vikuskiftið. 

 

 

Besti leikari SÍ: Janna Falkvard

Besti leikari TB: Johanna Christiansdóttir

 

 

Finalurnar hjá teimum ungu kunnu stroymast her:

https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live

Liðmyndin:

Aftast frá vinstru: Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Josefina Eliasdóttir, Bjørk Poulsen, Janna Falkvard.

Fremst frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Marita Eyðunsdóttitr Thorsvig, Hallgerð Tonydóttir Haraldsen, Rannveig Rós Joensen, Sólfríð Poulsen, Sólja Falkvard Gudmundsen.