Enn eina ferð hava kvinnurnar hjá SÍ havt eitt framúr kappingarár. Eins og í fjør, eydnaðist teimum at vinna greipuna, umframt at hetta var triðja føroyameistaraheitið á rað, sum kom til høldar norðuri á Eiði í gjár.
Og enn ganga sørvingar kykir og bíða, hvussu tað fer at spæla av hjá monnunum, sum mugu ígjøgnum ein dyst aftrat, áðrenn teir vita, um tað verður gull ella silvur. Vinnur SÍ gullið hjá monnunum, er talan um eitt fantastiskt ár hjá felagnum, tí so vinna bæði kvinnur og menn greipuna!
Mótstøðuliðið hjá SÍ-kvinnunum var TB, sum við føstum fetum hevur arbeitt seg upp eftir stigatalvuni og kom í finaluna. Tað er kanska eyka flott, tá havt verður í huga, at TB síðsta kappingarár endaði aftast av øllum.
Sæð yvir báðar dystirnar, so fekk SÍ prógvað, at liðið hevur munin á restini. Hóast TB hevði vunnið tveir teir síðstu landskappingardystirnar ímóti SÍ, so sá tað ikki út til at nerva sørvágskvinnurnar, ið bæði leygardagin og sunnudagin tóktust klárar – um enn onkur løta var eitt sindur skinklandi.
Tveir ymsir dystir
Fyrra finalan leygardagin byrja nervøst hjá báðum liðum, men TB var tað skjótara at fóta sær og vann fyrsta settið 25-17. Men í øðrum setti vóru nervarnar hjá SÍ burturi, og tað gjørdist ein rímiliga tryggur 25-16 sigur, og SÍ helt fram í triðja setti og vann tað 25-19.
SÍ megnaði at leggja gott trýst á TB, sum ongantíð fekk sínar mest royndu spælarar upp í snúningar, og hóast spælið gjørdist javnari í fjórða settinum, har liðini fylgdust hálva leið, eydnaðist SÍ at vinna tað 25-22 og taka fyrsta stikkið í finalukappingini.
Til samanberingar var talan um ein heilt annan dyst í gjár, tí nú tóktust bæði liðini hava meira at bjóða, men hóast TB veruliga royndi og stríddist fyri síni søk, eydnaðist heldur ikki tá at fáa skakað SÍ so mikið, at tað rakk til sigurs.
SÍ fór langt framum í fyrsta setti, og hóast TB kom væl aftur, vann SÍ settið 25-21. Í øðrum setti var SÍ uppaftur betur koyrandi og spældi helst tað besta, sum liðið hevur gjørt í vetur, og TB fekk í roynd og veru einki gjørt fyri at svara aftur, so SÍ vann tað settið 25-13.
Tá gjørdist ólíka javnari í teimum báðum seinnu settunum, har TB vann tað triðja 27-25, men mátti lúta í tí fjórða, 26-28, so SÍ streyk avstað við bæði sigrinum og gullinum. Serliga órógvandi var tað fyri tvørakvinnur, at ein veruligur ivabóltur taldist millum teir seinastu, men ikki gjørdist nakað við tað.
Bæði SÍ og TB gjørdu góða reklamu fyri kvinnuflogbóltinum á Eiði í gjár, og um liðini megna at halda somu styrki komandi ár, er ikki óhugsandi, at tey aftur hittast í finalunum til ta tíð!