Í gjárkvøldið var norðlýsi at síggja í Føroyum. Samstundis sum vakra náttúrufyribrigdið kom fyri, vóru óvanliga nógvar stjørnur á himmalhválvinum. Kai Arzdorf fangaði hesa løtuna við sínum myndatóli í Syðradali millum klokkan 23 og 01:00. Hann fortelur soleiðis:
- Vit sóu gjøgnum vindeyguni, at norðlýsi var, men av tí at Havnin var so ljós, var tað ikki so gott sýni. Tí fóru vit ein lítlan túr, fyrst til Velbastað og so víðari til Syðradals. Ótrúliga nógvar stjørnur vóru at síggja - eg hevði ikki trúð, at tað bar til í Føroyum. Tað var næstan meira imponerandi enn sjálva norðlýsið, sigur Kai Arzdorf, sum hevur tikið myndirnar.
Myndirnar niðanfyri eigur: PI PERFORMANCE Photography.










