- Eg havi ofta hoyrt og lisið um undarlig fyribrigdi á himmalinum, men um 21-tíðina í gjárkvøldið sóu eg og ein annar eini 8-10 loyndarfull ljós á luftini. Báðir gjørdust vit skakkir. Tað eydnaðist mær í skundi at taka fartelefonina fram og taka myndir av nøkrum av hesum ljósum, ið ferðaðust eftir himmalinum.
Tað sigur Hans Jacob Højgaard, sum býr innarlaga í Saltangará.
- Eg var staddur í túninum. Tað var rímiliga gott sýni, men bølamyrkt, tá hesi ljósini sóust á luftini. Tað vísti seg, at okkurt teirra var oman fyri Strandabygd. Eg vil meta, at vit sóu hesi ljós - komandi og farandi - í einar 2-3 minuttir tilsamans, onkuntíð meiri enn tað eina í senn, og øll hvørvu tey burtur, tá tey komu eystur yvir, kanska á leiðini við Toftavatn.
Hans Jacob sigur, at hann framvegis hugsar um tað, hann og maðurin undir liðini á honum sóu.
- Ja, Guð viti, hvat hetta var fyri nakað. Tað dugi eg barasta ikki at siga. Einki ljóð hoyrdist frá hesum. Her var púrasta kvirt. Ljósini sóust á luftini og ferðaðust síðan spakuliga eystur yvir, summi nærri og onnur longri burtur, sigur ein undrunarsamur Hans Jacob Højgaard.
Millum myndirnar, sum hann tók í gjárkvøldið, eru hesar báðar, sum vit hava sett saman og prenta saman við hesum greinastubba.
Myndirnar eru órørdar. Einasta, vit hava gjørt við tær, er, at tær eru vaksnar nakað upp fyri betri at síggja, hvussu ljósini - ella fyribrigdini - síggja út á luftini.