Á kanningarferðini hjá Tróndi í Gøtu, sum Havstovan leigaði, var endamálið at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti um summarið í føroyskum sjógvi.
Tað er nevniliga um hesa tíðina av árinum, at hesi uppsjóvarfiskasløg - makrelur, sild og svartkjaftur - leita sær føði í føroyskum sjógv.
Hetta er ein felagskanning í Norðuratlantshavi millum Ísland, Føroyar, Grønland og Noregi, har uppgávan hjá Havstovuni við Tróndi í Gøtu var at kanna føroyska økið, økið vestur móti Íslandi og eystur í norskan sjógv.
- Svartkjaftur var at síggja um alt kanningarøkið. Hann stóð sum tunn skrift frá umleið 100 metra dýpi og niður á umleið 350-400 metra dýpi.
Havstovan veit at siga, at um dagin samlaðist svartkjafturin ofta í smáar torvur á 50-100 metra dýpi.
- Miðallongdin á svartkjaftinum var 23,7 sentimetrar, og miðalvektin var 84 gram. Hetta er rættiliga smáfallandi fiskur.
Lagt verður aftrat, at aldurin á nytrunum er ikki lisin enn, men tað sær út sum, at nógv er til av tvey og trý ára gomlum svartkjafti.










