Upplivilsi
Hjá fyrsta flokki í Trongisvági er skúlatíðin ikki bara bókstavir, tøl og terping. Tey hava eisaini fingið nógv øðrvísi upplivilsir, sum aðrir fyrsti flokkar í landinum neyvan hava fingið.
Herfyri vóru tey inni í einum kolanámi í Hvalba, har ein gamal kolamaður greiddi teimum frá, hvussu arbeiði har fór fram.
Øll foreldrini vóru við hendan túrin, eisini Bjarki Jensen úr Froðba, sum er pápi Sólju. Og hann hevði eini óvæntað, men stuttlig boð til børnini.
Og tað var, at hann ætlaði at bjóða øllum flokkinum ein túr við tyrluni hjá Atlantsflog.
Støðan er tann, at Bjarki er flogskipari og hann gjørdi av at bjóða børnunum ein lítlan túr ein dagin, tyrlan var í Froðba og hevði nakrar minuttir til avlops.
Og mikudagurin í síðstu viku var so tann stóri dagurin. Eitt sindur av vindi var, men ikki so at tað bilti nakað, og tað var púra klárt.
Spenningurin var øgiligur beint eftir døgverða mikudagin, tá ið tyrlan setti seg á tyrlupallin í Forðba og setti ferðafólkið av.
Síðani vóru børnini boðin uppí og tá ið pilotarnir høvdu tryggjað sær, at øll sótu sum tey áttu, lyfti tyrlan sær uppfrá og fór avstað, tvørtur um fjørðin og suðureftir oyggj.
Tey flugu yvir Hovi, Porkeri og Vági og síðani norðuryvir aftur yvir Fámjin, áðrenn tey settu kósina aftur ímóti tyrlupallinum í Froðba.
Ætlanin var at vísa teimum stórfingnu bjørgini á vestursíðuni á Suðuroy, men tað varð av ongum, tí flogskiparin segði, at tað var eitt sindur av turbulensi har á leiðini og tað vildi hann spara børnini fyri, hetta var jú ein hugnatúrur burturav.
Allur túrurin vardi í góðar fimm minuttir og tað var týðiligt at hetta hevði verið eitt upplivilsi av teimum heilt stóru.
? Og tað var øgiliga stuttligt at síggja, hvussu smá húsini vóru, var fyrsta spontana reaktiónin hjá einum. Ja, tey vóru sum dukkuhús, legði onkur annar afturat.