Í rættinum í gjár kom fram, at fleiri fólk siga seg hava sæð Pidda fríggjadagin 4. november. Og tað samsvarar illa við teoriina hjá ákæruvaldinum, sum hevur hug at siga, at ákærdi hevur gjørt av við Pidda tíðliga á morgni 4. november.
Fimm fólk siga seg hava sæð Pidda hendan fríggjadagin, harav teyu fýra siga seg hava sæð hann á sama stað og um somu tíð.
Eitt vitni sigur seg hava sæð Pidda við Teymavirkið klokkan umleið 11.15 fyrrapartin, og tá skal hann vera serstakliga illa gongdur, og hálvgum sløra út á vegin.
Hini fýra vitnini siga seg hava sæð Pidda við Brotið ella við Colorama í tíðarskeiðinum 16.30 til 17.15. Felags fyri hesi fýra er, at tey ikki hava sæð Pidda gingið, men hann hevur staðið stillur.
Tey trý vitnini, sum sóu hann við Colorama siga, at hann stóð og skimaðist eins og ætlaði hann sær yvir um vegin.
Vitnini eru øll sannførd um, at hetta var fríggjadagin um nevndu tíð, og eitt par, sum vóru tvey av vitnunum, tengdu hetta at, at tey høvdu verið í einum handli og keypt onkra møblavøru.
Tað eina av hesum vitnum kundi tó ikki við hundrað prosents vissu siga, at hetta var fríggjadagin, tað kundi eisini verið hósdagin. Parið í bilinum vóru verforeldrini hjá hesum vitninum, og hon hevði møtt teimum tann dagin, hon sá Pidda. Og tá verforeldrini vóru vís í, at talan var um fríggjadag, helti hon tí eisini tann vegin.