Stutt fyri klokkan níggju í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um eitt neyðbluss við Eystnes.
Viðkomandi, sum ringdi inn av Argjum, helt seg síggja eitt ljós, sum kundi minna um eitt neyðbluss á hesi leiðini.
Eftir at løgreglan hevði fingið fráboðanina fóru boðini víðari til MRCC, sum sendi tyrluna og bjargingarbátin LÍV út at leita.
Eftir at hava leitað eina løtu - og einki funnið - vendu teir inn aftur á Havnina.
Av Politistøðini verður sagt, at viðkomandi ið ringdi hevði ilt at síggja, hvat ljósið var. Men tað sær út til, at tað altso ikki stavaði frá einum fari í neyðstøðu.









