Avstralska løgreglan kannar, um nakað hald er í tíðindunum um, at ein meteorur datt niður uttan fyri býin Sidney mikukvøldið.
Klokkan var um níggju mikukvøldið, tá ein hýruvognsførari boðaði løgregluni frá, at hann hevði sæð eina stóra eldkúlu koma niður ígjøgnum luftina. Maðurin helt, at eldkúlan var til støddar sum eini vanlig sethús, og at hon mundi vera dottin niður einastaðni uttan fyri býin. Síðani hevur løgreglan leitað allastaðni rundan um Sidney, men hon hevur einki funnið, sum kann benda á, at ein metetorur er dottin niður har.
Okkurt bendir kortini á, at hald er í tíðindunum, tí eftirlitið á flogvøllinum í Sidney hevur sagt løgregluni, at har sóu tey eisini ein meteor fara ígjøgnum luftina um níggjutíðina mikukvøldið. Tey halda kortini ikki, at hann var so stórur, sum hýruvognsførarin vil vera við.