Nakrir menn úr Noregi kunnu nú kalla seg skandinaviskir meistarar í at hyggja eftir filmi.
Menninir hava sitið í einum biografi í ikki minni enn trý døgn, 22 tímar og 29 minuttir, meðan teir hava sæð ein film fyri og annan eftir. Tilsamans 45 filmar.
Hetta gjørdu teir uttan at sova ella hava nakað slag av steðgi.
Orsøkin til teir mongu tímarnar við filmi er, at skandinavisku meistaraskapini í at hyggja eftir filmi blivu hildin hesa vikuna.
Normenninir vunnu á 17 øðrum sokallaðum liðum. Manningin á norska liðnum kundi steðgað fýra tímar áðrenn, teir gjørdu tað, tí liðið, sum bleiv nummar tvey, gav upp tá.
Teir hepnu vinnararnir vunnu eina ferð til Hollywood og ein kekk áljóðandi 75.000 krónur.
Hetta er aðru ferð, HI-FI-Klubben skipar fyri hesi kappingini.
Á myndini sæst ein av norsku vinnarunum, eftir at hann hevði sæð allar teir 45 filmarnar uttan íhald.