AB við Christian Høgna Jacobsen millum teir fyrstu ellivu vann í gjárkvøldið søtan sigur. Á heimavøllinum í Gladsaxe Idrætspark hevði AB vitjan av toppliðnum í 1. deild Viborg. Úrslitið var 2-1 til heimaliðið, sum við sigrinum - í hvussu so er inntil í dag - er á fjórða plássi við 22 stigum fyri 11 dystir. Viborg er fremst við 25 stigum fyri 11 dystir.