Fullveldi varð ikki tikið á tungu á tíðindafundinum hjá Fólkaflokkinum hósmorgunin. Tað tykist, sum sjógvur er lagdur millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, og Anfinn Kallsberg nýtti nógv orð at greiða frá trupula fýradimensiónella politiska spektrinum í Føroyum við høgra/vinstrapolitikki og loysing/sambandspolitikki.
? Tað sigur seg sjálvt, at tað er trupult hjá borgarliga Fólkaflokkinum at arbeiða saman við sosialistiska Tjóðveldisflokkinum, sum á norðulendskum plani samstarvar við uttasta vinstra, segði Anfinn Kallsberg.
Fólkafloksformaðurin fegnaðist um, at Sambandsflokkurin nú tekur undir við Fólkaflokkinum at lækka skattin.
? Bert spell, at Sambandsflokkurin ikki vil siga, hvussu hetta skal gerast, tí tað kundu vit hugsað okkum at vitað. Hetta er søtur musikkur í okkara oyrum, segði Anfinn Kallsberg.
Tað var týðuligt, at Fólkaflokkurin eisin er fegin um útsagnirnar hjá formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevur tosað um trípartssamráðingar á arbeiðsmarknaðinum, har onnur viðurskifti, so sum skattalætti, verða tikin við í lønarsamráðingarnar. Tað var eisini søtur musikkur, segði Anfinn Kallsberg.