viðmerking
Alt fær ein enda!! Vælgøddu veðrarnir eru komnir upp at hanga. Føroyski landsliðsvenjarin eitur ikki Allan Simonsen meira og fótbóltskappingin er av, myrku heystardagarnir komnir á vitjan.
Alt fær ein enda!! Herfyri boðaði Torleif Sigurðsson formaður í Fótbóltssambandi Føroya frá, at hann leggur frá sær á komandi aðalfundi. Eftir 20 ár á ovastu rók er tíðin komin. Alt fær ein enda!! Nógvar og stórar broytingar hava sæð dagsins ljós í tíð Torleifs. Tann størsta, tá ið avgerðin bleiv tikin, at Føroyar skuldu leika landsliðsfótbólt móti stóru fiskunum úr fremmandum sjógvi. Hetta var ein røtt avgerð!! Treyðugt so ? onkrir brotasjógvar hava verið. Hesum slepst valla undan ígjøgnum so mong ár. Torleif eigur tøkk uppiborna fyri tey 20 árini.
Nýggjar tíðir ? nýggjir siðir. Fótbóltsverðin broytist eisini. Við miklari ferð enntá. Eisini føroyska fótbóltsverðin. Tískil er alneyðugt, at eftirmaður Torleifs ikki er hvør Hanus og Janus. Myrkrið er her, skýmaskotini eru nógv, men formannsvalevnini, um nøkur eru, eiga at traðka fram í ljósið. Valevnini skulu leggja fótbóltspolitisku ætlanirnar teirra á borðið. Tí valla verður ein formaður valdur, ið ongar slíkar hevur?!! Skýmaskotini vilja vera við, at Ísak Mikladal, Poul Michelsen og onkrir av verandi nevndarlimunum í Fótbóltssambandinum eru millum valevnini. Um so er, so eiga hesir menn, ongantið ov skjótt, at fortelja mær og øðrum hví júst teirra reyv passar best í formansstólin.
Aðalfundurin er í februar. Í dag er hálvur oktober. Traðkið nú fram og sigi alment, hvønn veg føroyskur fótbóltur skal sparka!!
Takk fyri kappingarárið 2001
Við ítróttarkvøðu