Umhvørvi
Eiði:Arbeiðið gongur eftir ætlan, og higartil hevur tíðarfreistin hildið, sigur Jógvan Emil Nielsen, stjóri á Salmon Proteins. Tað er byggifelagið Articon/Byggi Service, sum stendur fyri arbeiðinum.
Jógvan Emil Nielsen, sigur, at tey fara bara at taka í móti slógvi frá alivinnuni á virkinum.
Alivirkini framleiða ensilagu úr slógnum, og hon er løtt at flyta til virkið. Avtala er gjørd við lastbilfyritøkuna Hans Egil Joensen & synir á Eiði um flutning av allari ensilagu til virkið.
Tað hevur ikki verið upp á tal at taka slógv frá vanligu flakavirkjunum, sum arbeiða hvítan fisk, sigur Jógvan Emil Nielsen. Slógv frá hvítum og reyðum fiski má ikki blandast sman. Tað er stutt og greitt ikki loyvt, sigur hann.
Virkið skal eftir ætlan standa klárt at taka í brúk í juli, og arbeitt verður við at fáa sáttmalar um sølu av framleiðsluni.
?Eingin endalig avtala er gjørd enn, men fleiri seriøst áhugaðir útlendskir keyparar eru inni í myndini, sigur stjórin á Salmon Proteins.