Sáttmálin unirskrivaður

Arbeiðstøku sáttmáli fyri jørð- og niðurrívingararbeiðið er undurskrivaður fyri nýggja skúlaná Giljanesi.

Albert Ellefsen borgarstjóri í Vága Kommunu og Hans Magnussen stjóri í Sp/f Dalsbø skrivaðu í dag undir sáttmála fyri jørð- og niðurrívingararbeiði fyri nýggja skúlan á Giljanesi.

Dalsbø hevði lægsta tilboðið upp á arbeiði. Arbeiðið skal vera liðugt síðst í mai í ár, tá ætlanin er at 1. stig av byggiarbeiðinum skal byrja. Selmar Nielsen Arkitektur stendur fyri projekteringini, sum verður gjørd í samstarvi við verkfrøðingafyritøkurnar LBF og Sofus M. Jakobsen.

Nýggi skúlin fer at hava sera góðar og nútímans umstøður fyri undirvísingini í kommununi.