Hallur Hansson hevur ikki sett sína undirskrift á sáttmálan við AaB enn. Pappírini eru ikki endaliga klár, men væntandi kemur alt upp á pláss í vikuni.
Í gjár visti danska heimasíðan, bold.dk, at siga, at Hallur Hansson fór at skriva sáttmála við AaB í gjár ella í dag. Tað er ikki heilt rætt, tí sáttmálapappírini eru ikki klár. Hetta tekur væntandi upp í tríggjar dagar.
Tað er tó ongin vandin fyri, at ongin sáttmáli verður skrivaður. Hallur venur við restina av Superliga hópinum hjá felagnum í løtuni.









