Sáttmálin ein ljósglotti fyri skipasmiðjuna

- Vit síggja øll fram til at byggja eitt nýtt ættarlið av fiskiskipum til Føroya, siga tey á norsku skipasmiðjuni, sum byggir nýggja trolaran til Framherja.

 

Kystmagasinet.no hevði herfyri grein um nýggja trolaran, sum Framherji skal byggja á Vard-skipasmiðjuni í Noregi, og í Noregi fegnast tey um henda sáttmála, sum tey halda er ein ljósglotti hjá norsku skipasmiðjuni, starvsfólkum og veitarum.

Nýggi og stásiligi trolarin verður 84 metrar langur, og sáttmálavirðið í norskum krónur er stívliga ein hálv miljard. Gjøgnum árini hevur Vard-skipasmiðjan í Noregi bygt fleiri fiskiskip til føroyskar reiðarar, og vónir eru í Noregi um, at hesin ikki verður hin seinasti.

- Nýggi trolarin er teknaður soleiðis, at hann lýkur øll krøv um fiskaheilsu, effektivitet og umhvørvisvinarliga vinnu. Skipið er ment í neyvum samstarvi við Framherja og fer at hava alt tað nýggjasta av "grønari" tøkni umborð.

Erik Haakonsholm sigur vegna norsku skipasmiðjuna, at nýggi sáttmálin er ein ljósglotti hjá Vard-skipasmiðjuni, starvsfólkini og veitararnar, og sáttmálin vísir eisini, at tað er møguligt at hyggja frameftir, hóast tíðirnar eru avbjóðandi. 

- Vit síggja øll fram til at byggja eitt nýtt ættarlið av fiskiskipum til Føroya. Vit eru errin av longu søguni, sum okkara skipasmiðja og Føroyar hava havt saman gjøgnum tíðirnar. Vit vóna, at henda byggiverkætlan verður byjanin til eina nýggja røð av skipum, sigur Erik Haakonsholm.

Í byggiverkætlanini verður stórur dentur lagdur á dygdina á rávøruni, trygdina hjá manningini og burðardygga vinnu. Nýggi trolarin verður útgjørdur við teirri effektivastu tøknini til veiði og framleiðslu - og minst møguligu umhvørvisligu árinunum, veit kystmagasinet.no at siga.